Fyri børn (#13562)

Eg eri vaknaður í skjóli Tínum, O mín Gud, og tað sømir seg honum ið leitar sær hetta skjól at støðast inni í Halgistaði verndar Tínar og Skansa verju Tínar.

-Bahá'u'lláh
-----------------------

Fyri børn (#13563)

O Gud, leið meg, verj meg, upplýs hjartalampu mína og ger meg til eina stálandi stjørnu. Tú ert tann Veldigi og tann Máttugi.

-`Abdu'l-Bahá
-----------------------

Fyri børn (#13564)

O Harri mín! O Harri mín! Eg eri eitt barn av eymum árum. Gev mær føðslu úr brósti minskunnar Tínar, lær meg í føvningi kærleiks Tíns, útbúgv meg í skúla vegleiðingar Tínar og menn meg undir skugganum av Tínum gávumildni. Bjarga mær úr myrkrinum, ger meg til eitt glampandi ljós; fría meg frá óeydnusemi, ger meg til eina blómu í rósugarðinum; lat meg sleppa at gerast til ein tænara av gátt Tínari og signa meg við sinnalag og lyndi teirra rættvísu; lat meg gerast orsøk til gávumildni fyri tann menniskjaliga heimin og krýn høvur mítt við høvuðprýði ævigs lívs! 
	Sanniliga, Tú ert tann Máttmikli, tann Veldigi, tann Síggjandi, tann Hoyrandi.

-`Abdu'l-Bahá
-----------------------

Fyri børn (#13565)

O Gud! Gev hesum børnum lærdóm. Hesi børn eru plantur aldingarðs Tíns, blómur ong Tínar, rósur urtagarðs Tíns. Lat regn Títt falla á tey; lat Sól Veruleikans skína á tey við kærleika Tínum. Lat lot Títt stimbra tey til tess at tey mega fáa upplæring, vaksa og mennast, og koma til sjóndar í størsta vakurleika. Tú ert Gevarin. Tú ert tann Samkennandi.

-`Abdu'l-Bahá
-----------------------

Fyri børn (#13566)

O Gud! Al upp hetta lítla pinkubarn í føvningi kærleiks Tíns, og gev tí mjólk úr brósti Forsjónar Tínar. Røkta hesa ungu plantu í rósugarði kærleiks Tíns og hjálp henni at vaksa gjøgnum ælini av Tínum gávumildni. Ger hana til eitt barn kongaríkisins, og leið hana til Títt himmalska ríki. Tú ert máttmikil og blíður, og Tú ert Gevarin, tann Stórtøkni, Harrin av yvirmáta gávumildni.

-`Abdu'l-Bahá
-----------------------

Fyri børn (#13567)

Ger stig okkara føst, O Harri, á gøtu Tíni og styrk Tú hjørtu okkara í lýdni móti Tær.

-`Abdu'l-Bahá
-----------------------

